Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi nú fríggjadagin, at pengavirðislønirnar á HM á stuttgeil í 2021 verða 50 prosent størri enn á HM á stuttgeil í 2018, sum tá eisini var ein munandi øking.
Hesar pengavirðislønir verða javnt býttar millum mannfólk og konufólk, til einstaklingar og lið sum klára eina plasering frá nr 1 til 8, tvs. finalupláss
á HMS 2018 í Hangzhou vóru pengavirðislønirnar:
- pláss – US$ 10’000
- pláss – US$ 8’000
- pláss – US$ 7’000
- pláss – US$ 6’000
- pláss – US$ 5’000
- pláss – US$ 4’000
- pláss – US$ 3’000
- pláss – US$ 2’000
Hartil var bonus á US$ 15’000 til hvørt heimsmet sum varð sett á stevnuni, so at samlaði potturin var US$ 2’070’000, býttur út á US$ 1’530’000 til bestu einstaklingar og US$ 540’000 til bestu lið (áðrenn møguligar virðislønir fyri heimsmet).
- 34 einstaklingakappingar x US$ 45’000 = US$ 1’530’000
- 12 liðsvimjingar x US$ 45’000 = US$ 540’000
Hetta var tá ein øking av pottinum á heili 75%, í mun til tær US$ 1’173’000 á HMS 2016 í Windsor (heimsmetabonusar undantiknir).
á HMS 2021 í Abu Dhabi verða pengavirðislønirnar sambært FINA hækkaðar við 50% fyri einstaklingar, til:
- pláss – US$ 15’000
- pláss – US$ 12’000
- pláss – US$ 10’500
- pláss – US$ 9’000
- pláss – US$ 7’500
- pláss – US$ 6’000
- pláss – US$ 4’500
- pláss – US$ 3’000
Pengavirðislønirnar til lið verða verandi tær somu, so at samlaðu upphæddirnar eru:
- 34 einstaklingakappingar x US$ 67’500 = US$ 2’295’000
- 12 liðsvimjingar x US$ 45’000 = US$ 540’000
Hartil verður bonus á heilar US$ 50’000 til hvønn tann sum setur heimsmet.
Nýggi forsetin Al-Mussallam í FINA sigur um hækkingina:
“Exactly two months ago, when I took office, I promised the Aquatics family that I would prioritise athletes, increase prize money and ensure there is no discrimination in our sport. Today’s announcement honours this commitment.”
“Athletes are the heartbeat of Aquatics. They all deserve the very best competitions and prize money that reflects their standing as the world’s greatest athletes.”
HM á stuttgeil verður í Abu Dhabi í Sameindu Emirríkunum hin 16. til 21. desember 2021. Svimjisambandið ætlar at senda føroyskar svimjarar til hesa stevnu, sí úttøkuskipanina her