Per Irgens farin

Norðurlendska svimjiførleikarørslan misti ein stóran profil herfyri, nú Per Irgens andaðist heima í Grimstad í Noregi. Vit í Føroyum kenna hann best fyri at vera annar rithøvundurin av svimjifrálærubókini “Slik lærer du å svømme“, sum er hornasteinur í norska svimjiskúlanum, eins og í okkara og henni hjá estum.

Per var tvær ferðir í Føroyum og hevði skeið fyri føroyskum svimjivenjarum og -lærarum, um hvussu vit skuldu undirvísa øðrum undirvísarum í hesi sokallaðu ‘Merkjaskipan‘, sum lætt og einfalt fær børn (og vaksin) frá at kanska ikki tora at fara í svimjihyl yvirhøvur, til at kunna halda sær uppi og svimja.

Tað vóru eisini skeið áðrenn hetta við øðrum undirvísarum – Men tað er lítil ivi hjá okkum sum fáast við føroyska svimjiskúlan, at tað er serliga Per og frálíka bók hansara, sum hevur mennt ta skipan sum finst til svimjiførleika her í Føroyum í dag.

Takk fyri stríðið, Per – vit koyra á víðari, her í Føroyum

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.