Elisabeth 28.63 og juniormet í 50 rygg

Elisabeth Erlendsdóttir setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021 í Upplands Väsby í Svøríki svam teinin uppá 28.63 sekund.

Signhild Joensen átti juniormetið á 28.75 frá Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í Reykjavík í 2017, meðan Birita Debes eigur føroyska metið á 28.51 frá HM á stuttgeil í Istanbul í 2012.

Elisabeth er úr Havnar Svimjifelag. Tíðin rakk til eitt sættapláss í finaluni nú í Upplands Väsby , sum er sera gott, havandi í huga at hon áðrenn kappingina varð styrkismett til eitt pláss sum nr 14 millum tær 26 tilmeldaðu.

Sí úrslitalistan her á livetiming.se

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.