Elisabeth skjótast í innleiðandi 100 rygg

Elisabeth Erlendsdóttir koyrir á har eysturi í Upplands Väsby – í morgun var hon skjótast av øllum teimum 25 sum luttóku í innleiðandi 100 metra ryggsvimjing, har næstskjótasti juniorur var Vilma Leppähaara úr Finnlandi við 1:02.34, og skjótasti juniorur Veronika Olem úr Estlandi við 1:01.99. Sí úrslitalistan her

Men ávaring, hetta er ‘early days’ – Svenska Alice Velden svam 1:02.64 men hevur tilmeldingartíð 1:01.53, danska Kristine Nilsson Norby svam 1:02.70 men kann svimja 1:00.93, or norska Susanne Steinness svam 1:03.39 men kann svimja 1:00.95. Tær eru allar í finaluni, umframt norska Mathilie Jensen Flatli (1:03.04/1:02.73)

Signhild Joensen eigur føroyska juniormetið á 1:00.50 frá NJM í Reykjavík hin 1. desember í 2017, sum eisini er føroyska metið. Besta tíð hjá Elisabeth er hennara tilmeldingar´tíð til hesa kapping á 1:01.26, frá “Swedish Swim Games – Grand Prix 1” í hesi somu høll, Vilundabadet í Upplands Väsby, hin 26. september í ár.

Finalan verður seinnapartin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.