Upp og niður, næsta dag á NM/NJM 2021

Tað gekk eitt sindur upp og niður hjá føroysku svimjarunum, hendan næsta dagin við innleiðandi riðlum á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021, sum er í Upplands Väsby í Svøríki.

Image courtesy of I99pema/Wikimedia CommonsCC BY-SA 4.0

Elisabeth Erlendsdóttir svam seg í finaluna í 100 rygg, meðan aðrir svimjarar svumu bestu tíð ella upp ímóti bestu tíð, og aðrir so aftur høvdu avbjóðingar við at svimja upp ímóti sínum besta.

Sí úrslitini her á livetiming.se

400 blandað kvinnur

  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) 5:17.32 (tilm.tíð 5:14.32)
  • Eyðrið Mortensen (2003, HS) 5:18.40 (tilm.tíð 5.07.79)

200 frí kvinnur

  • Róa Trygvadóttir (2008, Ægir) 2:13.67 (tilm.tíð 2:13.26)
  • Alisa Vestergård (2003, SuSvim) 2:10.81 (tilm.tíð 2:08.16)

100 rygg kvinnur

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 1:01.66 (tilm.tíð 1:01.86)

50 firvald kvinnur

  • Ronja Ró í Dímun (2004, HS) 29.45 (tilm.tíð 30.08)
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) 31.79 (tilm.tíð 31.11)

100 frí menn

  • Heini M. Askham (2006, Ægir) 55.14 (tilm.tíð 55.84)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 51.90 (tilm.tíð 51.69)

100 bringa kvinnur

  • Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) 1:18.11 (tilm.tíð 1:16.32)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.