Vár silvur á RIG 2022, nógvir føroyingar víðari til finalur

Reykjavík International 2022 byrjaði nú seinnapartin við innleiðandi riðlum umframt einstøkum finalum, har Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vann silvur í 800 metra frísvimjing, og nógvir føroyskir svimjarar svumu seg víðari til finalur.

Image courtesy of Ed OgleCC BY 2.0
  • í 50 rygg fyri menn svam Bartal Debess (2002, SuSvim) seg víðari til A-finalu, og Teitur Winther (2005, SuSvim) og Jónathan L. Sørensen (2006, SuSvim) seg víðari til B-finalu
  • í 50 rygg fyri kvinnur svumu Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) og Eyðrið Mortensen (2003, HS) seg víðari til A-finalu, og Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim), Elin Christiansen (2004, SuSvim) og Bjørk L. Sørensen (2004, SuSvim) seg víðari til B-finalu
  • í 50 bringu fyri menn svumu Rúni Dahl (2004, SuSvim) og Heini Hansen 2003, SuSvim) seg víðari til B-finalu
  • í 50 bringu fyri kvinnur svam Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS) seg víðari til B-finalu
  • í 50 firvald fyri menn svumu Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) og Hans Jacob Hjelm (2003, SuSvim) seg víðari til A-finalu
  • í 50 firvald fyri kvinnur svam Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) seg víðari til A-finalu, og Elin Christiansen (2004, SuSvim) og Birita Vesturtún (2007, FS) seg víðar til B-finalu
  • í 50 frí fyri menn svam Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) seg víðari til A-finalu, og Bartal Debess (2002, SuSvim) seg víðari til B-finalu
  • í 50 frí fyri kvinnur svumu Alisa Vestergaard (2003, SuSvim) og Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) seg víðari til A-finalu
  • í 800 frí fyri kvinnur svam Vár E. Eidesgaard (2001, HS) seg til silvur

úrslitalistarnar her

Stevnuparturin sæst her á YouTube

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.