Føroyingar í RIG-finalur eisini seinnapartin í dag

Tey eru nú liðug við allar innleiðandi riðlar á Reykjavík International 2022, og eru tí bara finalur eftir til síðsta stevnupartin sum byrjar kl 16:45 í dag, íslendska og føroyska tíð.

Image courtesy of Ed OgleCC BY 2.0
  • í 50 rygg fyri kvinnur eru Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) og Eyðrið Mortensen (2003, HS) í A-finaluni, og Elin Christiansen (2004, SuSvim) og Bjørk L. Sørensen (2004, SuSvim) í B-finaluni
  • í 50 bringu fyri menn eru Rúni Dahl (2004, SuSvim) og Heini Hansen (2004, SuSvim) í B-finaluni
  • í 50 firvald fyri kvinnur er Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) í A-finaluni, og Elin Christiansen (2004, SuSvim) og Birita Vesturtún (2007, FS) í B-finaluni
  • í 50 frí fyri menn er Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) í A-finaluni og Bartal Debess (2002, SuSvim) í B-finaluni
  • í 400 frí fyri kvinnur eru Vár E. Eidesgaard (20021, HS) og Eyðrið Mortensen (2003, HS) í finaluni
  • í 200 rygg fyri kvinnur er Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) í finaluni
  • í 100 rygg fyri menn er Bartal Debess (2002, SuSvim) í A-finaluni, og Jónathan L. Sørensen (2006, SuSvim) í B-finaluni
  • í 100 bringu fyri kvinnur eru Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS) og Birita Vesturtún (2007, FS) í B-finaluni
  • í 200 bringu fyri menn er Fróði Hansen (2008, FS) í finaluni
  • í 100 firvald fyri menn er Hans Jacob Hjelm (2003, SuSvim) í A-finaluni
  • í 100 frí fyri kvinnur eru Vár E. Eidesgaard (2001, HS) og Alisa Vestergård (2003, SuSvim) í A-finaluni, og Margit Højbro (2007, FS) í B-finaluni
  • í 200 frí fyri menn er Bartal E. Eidesgaard (2003, SuSvim) í finaluni

Í fleiri førum er kjansurin fyri heiðursmerki rættiliga stórur, serliga hjá svimjarum sum Elisabeth Erlendsdóttir, Vár E. Eidesgaard og Bartal E. Eidesgaard.

Finalurnar verða vónandi at síggja á YouTube-rásini hjá Sundsamband Íslands

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.