Altjóða svimjisambandið FINA hevur í dag kunngjørt sjálva tíðarætlanina fyri nýliga kunngjørdu eyka HeimsMeistarastevnuna í Budapest í juni/juli, som vegna korona kom í staðin fyri ætlaðu HeimsMeistarastevnu í Fukuoka í mai.
Har siggja vit millum annað, at sjálv svimjistevnan verður hin 18. til 25. juni 2022, ið er gott fyri okkum føroyingar, við tað at hon tá ikki er samstundis sum ætlaðu FøroyaMeistarastevnuna í Vági hin 1. til 3. juli 2022.
Nakað annað er so tað, at tað er rok í altjóða svimjing, av tí at FINA vil loyva russum og hvítarussum at luttaka sum neutralir luttakarar, hóast nógv lond, íroknað norðurlond, ynskja at teir verða fullkomiliga bannaðir.