FINA hevur á stjórnarfundi í dag váttað, at russar og hvítarussar sleppa ikki at luttaka á HeimsMeistarastevnuni í Budapest nú í juni 2022, hvørki sum íðkarar ella dómarar. Hartil varð samtykt at vilja flyta Heimsmeistarstevnuna á Stuttgeil 2022, til eitt annað stað enn Kazan og Russland, tó enn við somu dagfesting í desember.
Russiska svimjisambandið hevur í sambandi við hesa fráboðan kunngjørt, at tey trekkja allar sínar íðkarar frá øllum FINA stevnum, restina av hesum ári.
FINA fastheldur sína fordøming av russisku innrásina í Ukraina, og at vilja stuðla ukrainska svimjisambandinum, í hesi torføru tíð.
Sjálv leiðslan í FINA kunngjørdi nú í sambandi við stjórnarfundin, at eitt mál nú er reist í FINA Disciplinary Panel, ímóti russiska Ol-gullvinnaranum Evgeny Rylov, fyri brot á FINA reglurnar ísv stuðulstiltaki fyri kríggi herfyri.
(Nevndi Vladimir Morozov er her ikki kendi svimjarin, men ein skøyturennari sum hevur sama navn)