Hóast kappingin er sera hørð á Bergen Swim Festival 2022, so stinga føroysku svimjararnir eisini seg upp í millum viðhvørt. Í morgun svumu tey aftur um at koma í finalur seinnapartin, har hesar svumu seg víðari:
- í 200 blandað er Eyðrið Mortensen úr HS í B-finaluni, við tíðini 2:29.78
- í 200 bringu er Lea Osberg Højsted úr Ægir í A-finaluni, við tíðini 2:44.98
- í 100 rygg er Elisabeth Erlendsdóttir úr HS í A-finaluni, við tíðini 1:05.94
B-finalurnar byrja kl 16:00, føroyska tíð, og A-finalurnar kl 17:00. Úrslitini fara at kunna síggjast beinleiðis her á livetiming.se, við stroyming her