Fyrstu finalur vóru avgreiddar í gjárkvøldið á Bergen Swim Festival 2022, har eisini føroyingar luttóku. Úr Bergen frætta vit at svimjararnir vóru eitt sindur tungir í gjáramorgunin, men at tað gekk betur í finalunum og so betur aftur í morgun.
- í A-finaluni í 400 blandað svam Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag seg til eitt 7. pláss við tíðini 5:26.49. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 5:26.16 frá NMU í Klaipeda í fjør summar
- í B-finaluni í 200 firvald svam Jonna Joensen (2005) úr Ægir seg til eitt 1. pláss við tíðini 2:34.90. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:31.17 fr´a Føroyaleikum í fjør summar
- í B-finaluni/fjórðingsfinaluni í 50 rygg svam Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag seg til eitt 6. pláss við tíðini 30.78. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 30.17 frá EJM í Róm í fjør summar