Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í morgun flott føroyskt met, tá hon á ungarsku meistarastevnuni í Debrecen svam 800m frí við tíðini 9:06.88. Gamla metið, sum Vár sjálv átti, var 9:08.50 frá Bergen Swim Festival í apríl 2019.
Vár hevur síðan byrjanina av februar verið í Budapest í Ungarn, har hon venur við felagnum BVSC.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2018/02/28417481_10155318049375963_625759353_o.jpg?resize=600%2C600&ssl=1)