Farna vikuskiftið skipaði evropeiska svimjisambandið LEN fyri eykaaðalfundi í Cascais í Portugal, har tað á skránni var serliga at gjøgnumganga tað sum ‘nýggja LEN’ hevur tikist við hesar fyrstu 100 dagarnar, umframt at fáa gjøgnumført nakrar átroðkandi ábøtur av evstulógini, og at sleppa at møtast á veruligum fundum við undirnevndirnar.
Fyri Norðurlond var hetta ein søguliga góð kongress, nú vit á valinum í februar fingu heili fýra norðurlendsk umboð í ovastu nevndina, ið síðani tá øll hava verið frammaliga í 100-daga-ætlanini hjá hesi nýggju leiðslu. Faktiskt vóru tað júst vit fýra sum afturat sjálvum forsetanum løgdu fram um hesar 100 dagarnar og framtíðar ætlanir, um enn hinir nevndarlimirnir so avgjørt hava verið uppi í eisini.
Fríggjadagin áðrenn sjálvan aðalfund inleygardag, vóru fundir hjá hesum ymisku undirnevndinum, umframt hjá norðurlendska svimjisambandinum, og so hjá sjálvari ovastu nevndini í LEN eisini. Undirritaði luttók sum umboð fyri ovastu nevndina í nýstovnaðu nevndini fyri menning av svimjiførleika, umframt sum umboð fyri miðlapartin hjá LEN á fundi við nevndina fyri vatnpolo, áðrenn norðurlendska fundin og síðani fundin hjá ovastu nevnd LEN.
Á norðurlendska fundinum, vóru vit undirritaði formaður umframt næstmaður Símun Michael Sørensen og aðalskrivari Ann Ellingsgaard sum luttóku, við ábyrgd fyri at stjórna fundinum, nú vit eiga ‘forfólksskapin’ í norðurlendska svimjisambandinum NSF. Evnini vóru um NSF, LEN og FINA, har vit serliga gjøgnumgingu ein lista við broytingaruppskotum frá norðurlendskum venjarum til reglugerðina fyri Norðurlendsku Meistarastevnuna.
Á sjálvum aðalfundinum vóru tað næstformaður Símun Michael Sørensen og aðalskrivari Ann Ellingsgaard sum umboðaðu Føroyar við atkvøðurætti í salinum, nú eg sjálvur siti hinumegin sum ‘bureau-limur’ í LEN. Til ber at lesa ein samandrátt av tí sum hendi á aðalfundinum, her á heimasíðu LEN.
Sum heild vóru hesir dagarnir sera jaligir, og fingu vit í LEN alt ígjøgnum sum vit ætlaðu, við éinum broytingaruppskoti sum kom frá norðurlendska ‘grand old man’ Sven Egil Folvik. Afturmeldingarnar vóru sera góðar, at nýggja LEN er komið væl frá byrjan. Næsti aðalfundur verður í Antalya í Turkalandi í oktober.
Við svimjikvøðu
Rókur
Images courtesy of LEN – European Aquatics