Á aðalfundinum hjá ÍSF í gjár varð endaliga staðfest, at eingin føroysk luttøka verður á European Youth Olympic Festival 2022, sum annars verður í Banská Bystrica í Slovakia hin 24. til 30. juli 2022.
Orsøkin er sum skilst, at evropeiska olympiska nevndin EOC nú krevur, at Føroyar um so er luttaka sum partur av danska hópinum, íroknað at skula vera í donskum landsliðsbúna.
Hetta er stórt afturstig í mun til treytirnar á seinasta EYOF, sum var í Baku í 2019. Tá sluppu vit at kappast undir Merkinum í svimjihøllini, og fingu úrslitini skrásett sum føroysk, um enn vit ikki sluppu at luttaka í setanini.
Fyri okkum í svimjingini er hetta sera harmiligt afturstig, tí vit høvdu glett okkum til at luttikið aftur á EYOF nú í summar, aftaná góð úrslit í Baku. Hendan stevna var frá byrjan høgt raðfest hjá okkum, tí hon vónandi skuldi bera á leið ímóti OL.
Rókur