Heimsmeistarastevnan 2022 byrjar nú fríggjadagin, við luttøku av eisini føroyskum kappsvimjarum. Altjóða svimjisambandið FINA skrivar her, at vit í Føroyum fara at kunna fylgja við á serligu stroymingsrásini AllAquatics, bæði beinleiðis og eftir tørvi.
Tey sum fara at luttaka fyri Føroyar, eru systkinini Bartal og Vár E. Eidesgaard. Bartal fer at luttaka í 100 og 200 frí, og Vár í 800 og 1500 frí. Vár er longu í Budapest, har hon hevur vant síðani tíðliga í ár, meðan Bartal og hini eru ávegis nú.
Skráin sæst her – byrjað verður við synkrosvimjing longu fríggjadagin, meðan kappsvimjingin er leygardag 18. til leygardag 25. juni, og tað so aftaná tað er kaving, havsvimjing og vatnpolo fram til leygardagin 2. juli.