Úrslit frá kanningini um hvat føroysk svimjing skal leggja dent á

So er spurnarkanningin stongd, har vit í Svimjisambandinum spurdu út í fjøldina, hvat ið vit øll ynskja at føroysk svimjing skal leggja dent á.

Við fyrivarni fyri at í við tílíkum kanningum eru serliga tey sum hava nakað uppá hjartað í svara, og at vit onga verja høvdu fyri at fólk kundu svara fleiri ferðir, so bendir kanningin á, at fólk ynskja fokus á trivnaða og breidd.

Tilsamans vóru vit yvir 200 sum svaraðu, úr øllum landinum, og tá bæði fólk sum í løtuni eru virkin í føroyskari svimjing, sum svimjarar, dómarar, venjarar, leiðarar og so framvegis, umframt onnur.

Vit fingu eisini fleiri áhugaverdar viðmerkingar, um ymiskt sum kanska ikki akkurát passaði í kassarnar hjá okkum. Hetta er dýrabær vitan.

Takk fyri til øll. Nú kunnu vit greina hesa kanningina gjøllari, til dømis til at síggja hvat ið virknir føroyskir svimjarar ynskja, og hvat ið fólk sum *ikki* eru í svimjingini ynskja.

Vit bæði Ann fara sum fyrr nevnt á verkstovu hjá FINA nú seinnapartin, har millum annað hendan kanning er við í skjáttuni.

Við svimjikvøðu

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.