Føroyska luttøkan varð tíverri sera stutt á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2022, sum er í Bucharest í Rumenia. Elisabeth Erlendsdóttir luttók gott nokk í 50 rygg, týsdagin, men svam ikki upp til sítt besta, og føldi seg tá heldur ikki væl. Mikudagin varð staðfest at hon var positiv við koronu, og varð EJM so liðugt fyri hennara viðkomandi.
Tey trý úr Føroyum vórðu tá koyrd í sóttarhald, sum tíbetur var ‘bara’ at skula verða í sínum kømrum, sum sambært teimum sjálvum eru bæði góð og rúmlig. Eingin av teimum testaði positivt fyri koronu, tá ið tey komu til Rumenia sunnumorgunin, og hini bæði venjarin Panos og ferðaleiðarin Hjørdis testaðu heldur ikki positivt nú aftaná at Elisabeth varð staðfest positiv, og sloppu tí úr aftur sóttarhaldinum.
Mannagongdin í Rumenia er, at Elisabeth nú skal verða í sóttarhaldi í fimm dagar, áðrenn hon kann sleppa út aftur. Hon hevur fepur og ilt í hálsinum, men er sum skilst batnað nakað síðani mikudagin, og eru vónir tí til at eisini hon sleppur avstað aftur sum ætlað, mánadagin. Men tá er EJM so liðugt avgreitt, nú tann stevnan endar sunnudagin.
Sum skilst eru tey fleiri sum eru staðfest positiv við koronu, har í Rumenia. Í øllum førum tveir bretskir svimjarar, og tveir dómarar.
Hendan greinin er skrivað við loyvi frá Elisabeth og mammu hennara Hjørdis, sum er ferðaleiðarin á túrinum.
Við ynski um góðan bata
Rókur