Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2022 byrjaði í morgun í Tallinn í Estlandi, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Úrslitini hava verið eitt sindur upp og niður, har summi tó hava svomið seg til sera flott persónlig met.
Besta føroyska úrslit av øllum, átti Líggjas Joensen úr Ægir, tá ið hann í 1500 frí svam seg til eitt sættapláss við tíðini 17:22.00, ið gevur 584 FINA stig. Persónliga metið hjá honum var 17:44.59 og 547 FINA stig frá FM á langgeil fyrst í juni, og var betringini sostatt 22.59 sekund og 37 FINA stig, uppá bara ein mánaða. SwimRankings fær betringina at vera 104%.
Størstu lutfalsliga betring átti Bjarta í Lágabø úr Suðuroyar Svimjifelag, tá ið hon í 100 frí svam seg til tíðina 1:06.28 og 474 FINA stig, har hennara besta tíð til nú annars var 1:08.24 og 435 FINA stig frá Atlantic Open í apríl mánaða. Ein betring uppá 1.96 sekund og 39 FINA stig, og sambært SwimRankings 106%.
Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjfelag betraði seg eisini nógv í 100 frí, tá ið hann nú svam 56.61 og 569 FINA stig, har besta tíð hjá honum var 57.96 og 530 FINA stig frá SuSvim Open í apríl mánaða. Ein betring uppá 1.35 sekund og 39 FINA stig, og 105%.
Og Róa Trygvadóttir úr Ægir svam 9:52.49 og 547 FINA stig í 800 frí, har hennara besta tíð til nú var 10:06.65 og 510 FINA stig frá FM á langgeil í juni mánaða. Ein betring uppá 14.16 sekund og 37 FINA stig, og 105%.
Kappingin er tó rættiliga hørð á hesi stevnu, og enda føroysku svimjarnir tí oftast aftarliga á úrslitalistunum. Bestu úrslit yvirhøvur til nú, eiga litaviski Kristupas Trepocka sum svam 52.27 og 722 FINA stig í 100 frí, og litaviska Guoda Stancikaite sum svam 2:36.65 og 697 FINA stig í 200 bringu.
Øll úrslitini síggjast her á SwimRankings
Til ber at endursíggja fyrsta stevnupartin her á YouTube: