Næstu stevnupartur á NMU 2022

Seinnapartin avgreiddu tey næsta part av trimum á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2022, í Tallinn í Estlandi. Føroyingarnir halda áfram at svimja heilt ókey væl, har øll nú hava svomið upp í móti ella betri enn í øllum førum onkra av sínum bestu tíðum. Sí úrslitini her

Serliga hava Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag og Bjarta í Lágabø úr Suðuroyar Svimjifelag havt eina góða stevnu, nú tey hava sett persónlig met í báðum teimum kappingum sum tey hava luttikið í, Isak í 100 frí og 100 firvald, og Bjarta í 100 frí og 100 rygg.

Frægasta føroyska úrslit er enn Líggjas Joensen úr Ægir 17:22.00 og 584 FINA stig í 1500 frí, meðan Róa Trygvadóttir úr Ægir eigur hitt besta hjá gentunum, við 2:17.17 og 558 FINA stig í 200 frí.

Annar stevnupartur sæst her á YouTube:

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.