Triði stevnupartur á NMU 2022

Triði og seinasti stevnupartur varð í dag avgreidur á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2022, sum er í Tallinn í Estlandi. Føroysku svimjararnir svumu seg aftur í dag til fleiri persónlig met, hóast harða kapping yvirhøvur. Sí úrslitalistarnar her

Sum heild hava føroyingarnir svomið yvir evni, um enn tað ikki rakk til heiðursmerki. Hetta yvirlitið vísir ein samandrátt av støðinum hjá hesum ymisku londunum í mun til teirra tilmeldingartíðir, har vit síggja at Lettland, Svøríki og Føroyar eru ovast, og har okkara eru tey einasta sum kláraðu í meðal 100% hjá bæði gentur og dreingir. Tað vil siga, at tey í meðal svumu allatíð upp til sína bestu tíð

Tilsamans svomu teir fýra dreingirnir seg til 15 úrslit, harav 6 vóru persónlig met, meðan tær fýra genturnar svumu seg til 14 úrslit, harav 6 vóru persónlig met.

Hyggja vit at hesum meira nágreiniliga yvirlitinum, so síggja vit at serliga Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag kann vera fegin, nú hann svam seg til persónligt met í øllum teimum trimum kappingunum sum hann luttók í.

Líggjas Joensen úr Ægir átti besta úrslit av øllum, við 17:22.00 og 584 FINA stig í 1500 frí, meðan Róa Trygvadóttir úr Ægir átti hitt besta hjá gentunum, við nú 4:45.67 og 567 FINA stig í 400 frí.

Bjarta í Lágabø eigur ‘hæddarlopið’ hjá gentum, við at betra seg 106% í 100 frí, meðan Isak Brisenfeldt nú eigur tað hjá teimum øllum yvirhøvur, við í morgun at betra seg 107% í 200 blandað.

Støðið er tó risahøgt á NMU, har tað nú oftast krevur yvir 600 FINA stig at vinna heiðursmerki, og har gullvinnararnir til tíðir vóru yvir 700 FINA stig. 700 FINA stig er støðið sum vit í Føroyum brúka sum mark til møguliga eykaúttøku til HM.

Um vit hyggja at hvørji úrslit sum góvu stig í liðkappingini á hesum NMU, so vóru tað Líggjas Joensen úr Ægir í 1500 frí, Jóhanna Ólavsdóttir úr FS í 400 blandað, og so dreingjastafettirnar í 4×100 frí, 4×100 blandað og 4×200 frí.

So, hóast vit oftast endaðu aftarlaga á hesi stevnu, hava okkara svimjarar víst format við at møta upp og geva tað sum tey áttu, og tá svimja upp til og í heilum yvir sítt til nú besta, hóast harða kapping.

Tey kunnu tí vera vælnøgd við síni avrik, nú hetta NMU er avgreitt. Í dag hava tey so frí restina av degnum, áðrenn leiðin gongur heimaftur í morgin.

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.