Úrslit frá HS Open 10. og 11. september 2022

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 10. og sunnudagin hin 11. september 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Tilsamans vóru tey 64 íðkarar og 21 lið úr 4 feløgum sum svumu seg til 382 úrslit, í 41 kappingum hesar báðar dagarnar í Havn.

Besta úrslit var tá ið Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg til 655 FINA stig, við at svimja 100 frí uppá 57.84 sekund.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.