Skriv til forfólk SSF hin 24. oktober 2022

Góðu tit øll,

Vegna grovu atfinningarnar inn á mín persón, sum Dimmalætting sigur seg hava frá føroyskum svimjifeløgum, havi eg valt at biðja hini í starvsnevnd SSF um at loysa meg frá uppgávuni sum kappingarleiðari á FM og JM á stuttgeil 2022.

Eg havi heitt á hini í starvsnevnd SSF um at fáa kannað hesar atfinningar, umframt at eg, vegna ásettu kærufreist á tveir dagar, havi valt at eisini formliga kæra hendan tilburð til starvsnevnd SSF, við tilvísing til reglur SSF og ÍSF.

Meðan hendan støða er óavklárað, velji eg at halda meg frá teimum lutum av virksemi SSF, sum eg í greinini verði kritiseraður fyri. Aðrar uppgávur verða enn røktar, so sum at gjalda rokningar og at røkja uppgávuna sum forfólk NSF.

Takk til tykkum sum beinanvegin tóku frástøðu frá atfinningunum. Nú er, vónandi sum skjótast, at fáa greiðu á, hvat sum vendir upp og niður í hesum máli, og at taka konsekvensin har út frá.

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.