Lea Osberg Højsted úr Ægir svam seg í kvøld til flott føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Reykjavík International 2023 svam næstbestu tíð av øllum, 34.31 sekund.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/01/327063451_1618688461899356_7203202133746203383_n_DxO.jpg?resize=338%2C600&ssl=1)
Ásbjørg Hjelm úr Ægir átti føroyska metið á 34.45 frá FM á langgeil í 2017, umframt føroyska juniormetið á 34.61 frá Reykjavík International í 2015. Besta tíð hjá Leu áðrenn hetta, var 34.94 frá SuSvim Open fyrr í ár.
Lea er av góðum grundum víðari til A-finaluna, sum verður í annaðkvøld.
2 thoughts on “Lea 34.31 og føroyskt met í 50 bringu”