SSF ætlan fyri uttanlanda stevnur í 2023

Góðu tit øll,

Tykkum til kunningar, so samtykti starvsnevnd SSF í gjárkvøldið at vilja fyrireika luttøku á fylgjandi stevnum í 2023, har Oyggjaleikir sum kunnugt er fráboðað fyrr:

  • Danish Open í Brønshøj 1. – 4. apríl 2023 (opin bólkur)
  • Akranesleikar á Akranesi 2. – 4. juni 2023 (ung)
  • EJM í Beograd 4. – 9. juli 2023 (juniorar)
  • NMU í Jönköping 8. – 9. juli 2023 (ung)
  • Oyggjaleikir á Guernsey 8. – 14. juli 2023 (opin bólkur)
  • HM í Fukuoka 23. – 30. juli 2023 (opin bólkur)
  • EM U23 í Dublin 10. – 13. august 2023 (árgang 2001 og yngri)
  • World Cup í Berlin í oktober 2023 (opin bólkur)
  • NM/NJM í Tartu 1. – 3. desember 2023 (opin bólkur og juniorar)
  • EMS í Bucharest 5. – 10. desember 2023 (opin bólkur)
Foto av Tanaka Nobukazu form PxHere

Við fyrivarni fyri at svimjarar klára ásettu kravtíðir, og at vit ikki enn vita sumt rættiliga týðandi um hesar ymisku stevnur, so sum um World Cup veruliga verður í Berlin í oktober.

Úttøkuskipanirnar eru sum so klárar, og verða sendar út so skjótt sum vit hava fingið mest týðandi detaljur uppá pláss.

Afturat hesum, eru tað tvær stevnur sum vit í løtuni ikki fáa luttikið í, vegna avbjóðingar við at sleppa at kappast undir føroyskum flaggi. ÍSF arbeiðir við málinum – og skuldi tað hent at her loysnar, so eru hetta knappliga týðandi stevnur hjá okkum at luttaka á:

  • GSSE á Malta 28. mai – 3. juni 2023 (opin bólkur)
  • EYOF í Maribor 23. – 29. juli 2023 (ung)

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.