Elisabeth Erlendsdóttir til Southern Zone South Sectionals í Florida

Hetta vikuskiftið verður meistarastevnan Southern Zone South Sectionals í Orlando í Florida, har eisini føroyska Elisabeth Erlendsdóttir fer at luttaka. Hetta er stevna á langgeil, frá 9. til 12. februar, ið verður stroymd á iswim.tv

Elisabeth luttekur við sínum liði, Bolles School Sharks, og er tilmeldað í hesum kappingum:

  • 50 rygg kvinnur – tilm.tíð 55.23Y? (nr 16 av 37)
  • 100 rygg kvinnur – tilm.tíð 55.23Y (nr 36 av 75)
  • 50 frí kvinnur – tilm.tíð 24.08Y (nr 64 av 104)
  • 100 frí kvinnur – tilm.tíð 52.41Y (nr 70 av 119)
  • 200 rygg kvinnur – tilm.tíð 1:59.30Y (nr 45 av 80)

Endingin “Y” merkir at tíðin hjá Elisabeth er frá kapping í 25 yards hyli, sum er 22.86 metrar. Tíðin í 50 rygg tykist løgin, bæði hjá henni og hinum í hesari kapping.

Stevnupartarnir eru

  • Hós 9. feb. frá kl 19 Florida-tíð (Frí 00:00 í FO) – beinleiðis finalur
  • Frí 10. feb. frá kl 12:45 Florida-tíð (17:45 í FO) – innleiðandi
  • Frí 10. feb. frá kl 22:45 Florida-tíð (03:45 í FO) – finalur
  • Ley 11. feb. frá kl 12:45 Florida-tíð (17:45 í FO) – innleiðandi
  • Ley 11. feb. frá kl 22:45 Florida tíð (03:45 í FO) – finalur
  • Sun 12. feb. frá kl 12:45 Florida-tíð (17:45 í FO) – innleiðandi
  • Sun 12. feb. frá kl 21:45 Floridatíð (02:45 í FO) – finalur

Fyrivarni verður tikið fyri villum og misskiljingum

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.