Úttøka til Danish Open 2023

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Danish Open 2023, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Brønshøj hin 1. til 4. apríl 2023. Hetta sum tilmælt av landsliðsvenjaranum:

  • Alisa Vestergård (2003), SuSvim
  • Bartal Debes (2002), SuSvim
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Heini M. Askham (2006), Ægir
  • Isak Brisenfeldt (2006), HS
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007), FS
  • Jón Hofgaard (1992), SuSvim
  • Jonna Joensen (2005), Ægir
  • Lea O. Højsted (2008), Ægir
  • Líggjas Joensen (2008), Ægir
  • Róa Trygvadóttir (2008), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS

Hetta eru svimjararnir sum eru fráboðaðir at hava klárað kravtíð, umframt tær báðar sum venja og kappast í USA.

Feløgini eru biðin um at geva viðkomandi svimjarum hjá sær boð um hesa úttøku, og at svara SSF í seinasta lagi nú sunnudagin hin 26. februar, um hesi ymisku ynskja at taka av hesum tilboði ella ei.

Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella misskiljingum, og at vit fáa skaffað innivist og flogferð.

Venjarar og leiðari/leiðarar verða funnir í næstum.

SSF

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.