Altjóða svimjisambandið World Aquatics broytti herfyri junioraldursbólkin hjá kvinnum, at frá nú vera tær sum fylla millum 14 og 18 ár í viðkomandi kalendaraári, heldur enn 13 til 17 ár. Harvið hava juniorgentur og dreingir sama aldur, har tað til nú hevur verið forskotið við einum ári.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/03/20230311R0000130_DxO-1.jpg?resize=600%2C338&ssl=1)
Evropeiska svimjisambandi avgjørdi síðani nú á bureaufundi hin 11. mars 2023, at frá dags dato eisini broyta sín junioraldursbólk, soleiðis at munur ikki er á junioraldursbólkunum hjá hesum báðum sambondum. Avgerðirnar at broyta hetta nú, merkja at gentur 18 ár nú kunnu luttaka á bæði EJM og HMJ í summar.
Norðurlendska svimjisambandið hevur enn ikki broytt sínar aldursbólkar, og eiheldur føroyska svimjisambandið. Hetta má neyðturviliga gerast á rætta stað, og hava vit tí ikki enn eina avgerð um, í hvønn mun hetta ávirkar møguligu luttøku á NMU ella JM, ella fyri føroyskar gentur føddar í 2005 á EJM ella HMJ 2023.
Starvsnevnd SSF fer at viðgera íkomnu støðu, á fundi í annaðkvøld.