Fyrstu finalur vóru í kvøld á Danish Open 2023, við eisini føroyskari luttøku. Tað gekk ókey – Elisabeth og Eyðrið svumu niður ímóti tíðunum frá í morgun, og Jóhanna setti persónligt met
- í B-finaluni í 100 rygg varð Elisabeth Erlendsdóttir (2005) nr 6 við 1:05.07, og endaði sostatt sum nr 14 av 45
- í B-finaluni í 200 blandað varð Eyðrið Mortensen (2003) nr 7 við 2:29.64, endaði sostatt sum nr 15 av 30
- í C-finaluni í 200 blandað varð Jóhanna Ólavsdóttir (2007) nr 6 við 2:32.04, og endaði sostatt sum nr 22 av 30. Hetta var persónligt met, í mun til hennara 2:32.82 frá í morgun