So er Danish Open 2023 byrjað, við luttøku av eisini 13 føroyskum svimjarum. Nøkur finalupláss er tað blivið til, og eisini persónlig met; men kappingin er sum væntað rættiliga hørð.
- í 100 rygg svam Elisabeth Erlendsdóttir (2005) seg í B-finalu við 1:05.04, meðan Eyðrið Mortensen (2003) varð nr 26 av 45 við 1:08.31, og Bjarta í Lágabø (2009) nr 45 við 1:09.05. Tíðin hjá Eyðrið var persónligt met, í mun til 1:09.60 frá Bergen Swim Festival í 2019
- í 100 firvald varð Isak Brisenfeldt (2006) nr 50 av 69 við 59.90
- í 100 bringu varð Lea O. Højsted (2008) nr 27 av 49 við 1:15.61. Hetta var persónligt met, í mun til 1:16.21 frá Reykjavík International í januar
- í 200 blandað svam Eyðrið Mortensen (2003) seg í B-finalu við 2:29.59, og Jóhanna Ólavsdóttir (2007) seg í C-finalu við 2:32.82. Tíðin hjá Jóhannu var persónligt met, í mun til 2:34.40 frá NMU í Tallinn í fjør
- í 50 frí varð Bartal E. Eidesgaard (2003) nr 39 av 80 við 24.70, meðan Isak Brisenfeldt (2006) varð nr 78 við 26.00
- í 50 firvald varð Jonna Joensen (2005) nr 49 av 56 við 30.56, meðan Alisa Vestergård (2003) varð nr 50 við 30.57
- í 800 frí varð Líggjas Joensen (2008) nr 6 av 18 við 8:48.64, meðan Heini M. Askham (2006) varð nr 17 við 9:06.57. Tíðirnar vóru persónlig met – hjá Líggjasi í mun til 8:56.69 frá Reykjavík International í januar, og hjá Heina í mun til 9:08.80 frá Atlantic Open í Vági í fjør. Skjótasti riðil bíðar til finalupartin sum byrjar kl 17 danska tíð, seinnapartin
Eitt áhugavert yvirlit er her á Swimify, sum vísir hvørjar kappingar føroyingarnir eru tilmeldaðir í á hesara stevnu, og síðani hvørji úrslit tey svimja seg til. Bartal Debess mátti tíverri melda avboð stutt undan fráferð, og er tí ikki við í hópinum.