Føroyingar hava roynt seg aftur í morgun á Danish Open 2023, og varð tað til eini trý finalupláss, umframt eini fýra persónlig met.
- í 200 firvald svam Jonna Joensen (2005) seg í C-finalu við 2:35.42
- í 100 frí varð Alisa Vestergård (2003) nr 44 av 83 við 1:00.18, og Elisabeth Erlendsdóttir (2005) nr 60 við 1:00.95. Hetta var persónlig met hjá Elisabeth, í mun til 1:02.16 frá FM í 2020
- í 50 bringu svam Róland Toftum (1998) seg í B-finalu við 29.94, og Bartal E. Eidesgaard (2003) seg í C-finalu við 30.59, meðan Jón Hofgaard (1992) varð nr 27 av 55 við 30.87. Hetta var persónligt met hjá Jón, í mun til 31.30 frá SuSvim Open í 2021
- í 200 frí varð Líggjas Joensen (2008) nr 32 av 79 við 1:58.28, Bartal E. Eidesgaard (2003) nr 39 við 1:59.04, Isak Brisenfeldt (2006) nr 56 við 2:00.82 og Heini M. Askham (2006) nr 71 við 2:04.28. Hetta var persónligt met hjá Líggjasi, í mun til 1:58.62 frá Reykjavík International í januar, og hjá Isaki í mun til 2:01.81 frá SuSvim Open í januar