Føroysk úrslit triðja morgun á Danish Open 2023

Nú fyrrapartin var triðja rúgva av innleiðandi riðlum avgreidd á Danish Open 2023, við eisini føroyskari luttøku. Føroyingar svumu seg til eini trý finalupláss, umframt at eini fýra persónlig met vórðu sett.

  • í 400 blandað svam Jóhanna Ólavsdóttir (2007) seg í B-finalu við 5:20.29. Hetta var persónligt met hjá henni, í mun til 5:26.16 frá NMU í Litava í 2021
  • í 200 firvald varð Isak Brisenfeldt (2006) nr 25 av 47 við 2:15.88. Hetta var persónligt met hjá honum, í mun til 2:22.07 frá SuSvim Open í januar
  • í 50 rygg svam Elisabeth Erlendsdóttir (2005) seg í C-finalu við 30.44, meðan Bjarta í Lágabø (2009) varð nr 43 av 57 við 31.89, og Eyðrið Mortensen (2003) nr 52 við 32.41. Hetta var persónligt met hjá Bjartu í mun til hennara 32.31 frá Reykjavík International í janaur
  • í 100 frí varð Bartal E. Eidesgaard (2003) nr 36 av 79 við 53.56, Líggjas Joensen (2008) nr 67 við 55.40, Heini M. Askham (2006) nr 73 við 56.06, og Isak Brisenfeldt (2006) nr 78 við 56.80. Hetta var persónligt met hjá Líggjasi, í mun til 55.50 frá Reykjavík International í januar
  • í 50 bringu svam Lea O. Højsted (2007) seg í C-finalu við 34.41. Hon eigur føroyska metið og juniormetið á 34.31, frá Reykjavík International í januar
  • í 200 frí varð Alisa Vestergård (2003) nr 36 av 46 við 2:13.44
  • í 1500 frí varð Líggjas Joensen (2008) fyribils nr 6 við 16:56.70. Her bíða teir 8 við skjótastu tilmeldingartíðum til í kvøld

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.