OK føroysk úrslit á Danish Open 2023

Úrslitini frá Danish Open 2023 eru nú á SwimRankings, har vit millum annað kunnu greina tey føroysku. Saman um tikið gekk tað ókey, har 10 av 13 svimjarum settu tilsamans 20 persónlig met, og har 9 svumu seg víðari til 14 finalur.

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005) átti besta avrik hjá føroyingum, tá ið hon í 50 rygg svam seg til úrslitið 29.94 og 731 FINA stig, sum hartil var undir gullnálakravtíð.
  • Líggjas Joensen (2008) átti besta avrik á mannfólkasíðuni, tá ið hann í 400 frí svam seg til úrslitið 4:08.06 og 698 FINA stig, sum hartil var undir kravtíð til EM U23.
  • Lea Osberg Højsted (2008) setti føroyskt met og juniormet, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 34.01 og 639 FINA stig.
  • Isak Brisenfeldt (2006) átti størstu betring, frá 2:22.07 til 2:15.88 í 200 firvald, sum er ein betring á 109,3%, frá 473 til 541 FINA stig

Føroyingarnir vunnu eingi heiðursmerki á hesi stevnu, og vóru heldur ikki nær við, eftirsum at eingin rakk A-finalu. Danir eru snøgt sagt runnir frá okkum her; men er tað tá gott at síggja, at okkara tó so svumu upp til og betri enn sítt til nú besta.

Nú eru tey á veg heim, nakað væl seinkaði vegna veður

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.