So er tað í kvøld at Atlantic Open 2023 fer av bakkastokki, har føroyskir svimjarar hava ein síðsta møguleika at kvalifisera seg til Oyggjaleikir 2023. Startlistarnir síggjast her á livetiming.se og her á Swimify, og kravtíðirnar til Oyggjaleikir her.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2017/11/FM2017S-2.jpg?resize=600%2C338&ssl=1)
SSF ætlar at stroyma á YouTube frá hesi stevnu, tó møguliga ikki fyrr enn frá í morgin. Avbjóðingin er at gera alt klárt, frá tá ið vit sleppa inn at seta upp kl 15-16, seinnapartin, til stevnan byrjar kl 19:15