Úrslit frá ABMS 2023

Her er úrslitalistin frá AldursBólkaMeistaraStevnuni 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 6. og sunnudagin 7. mai 2023. Úrslitini síggjast eisini her á LiveTiming og her á Swimify

Hagtøl

Alt í alt svumu 145 íðkarar og 31 lið úr 5 av okkara 6 feløgum seg til 1121 úrslit, hesar báðar dagarnar í Klaksvík.

Bestu avrik

Besta avrik av øllum átti Bjarta í Lágabø (2009) úr Suðuroyar Svimjifelag, tá ið hon í 50 firvald svam seg til tíðina 29.39 sekund, sum gevur 570 FINA stig.

Besta avrik hjá dreingjum, átti Símun Sámal Joensen (2009) úr Havnar Svimjifelag, tá ið hann í 800 frí svam seg til tíðina 10.02.93, sum gevur 397 FINA stig.

Heiðursmerkjabýti

Tilsamans 267 heiðursmerki vórðu handaði á hesari stevnu, harav ein partur skal faldast við 4, við tað at talan har var um liðsvimjingar

FelagGullSilvurBronsa
SuSvim533531
HS322319
Ægir14915
FS7117
FLOT272

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.