Startlisti til SuSvim Open 20. og 21. mai 2023

Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna “SuSvim Open Mai 2023”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 20. og sunnudagin 21. mai 2023. Tilsamans 71 svimjarar eru tilmeldaðar til hesa stevnu – 9 úr FS, 26 úr HS, 25 úr SuSvim, 10 úr Ægir og 1 úr FLOT.

Hendan stevnan er samstundis síðsti kjansur at gera vart við seg, áðrenn kravtíðarskeiðini SSF enda nú hin 21. mai, til ætlaðu altjóða meistarastevnur á langgeil í summar, sum eru NMU, EJM, HM og EM U23, umframt Sumarmót Íslands.

Úrslitini fara at kunna síggjast beinleiðis her og síðani skrásett her á LiveTiming.se, umframt at stevnan eisini er at finna her á Swimify

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.