Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hann á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 2:10.86. Sí úrslitalistan her
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/05/2023-isak-juniormet-200fi-2.jpg?resize=375%2C600&ssl=1)
Jákup í Jákupsstovu eigur myndina
Hetta var stórt persónligt met hjá Isaki, í mun til hansara 2:15.88 frá Danish Open í mars mánaða
Óli Mortensen átti juniormetið áðrenn hetta, sum var 2:11.04 frá Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í 2014.
Óli Mortensen eigur føroyska metið á 2:06.05 frá FM á langgeil í 2016, og er Isak nú hin næstskjótasti nakrantíð aftaná Óla.