Góð føroysk úrslit fyrsta dag á Sumarmót Íslands 2023

Fyrsti dagur er nú avgreiddur á Sumarmót Ísland 2023, og gekk tað heilt væl hjá okkara unga hópi. Føroysku svimjarnir settu tilsamans 24 persónlig met í 42 royndum, og vunnu trý av teimum hartil bronsuheiðursmerki.

Føroyski hópurin til Sumarmót Íslands 2023. Johan Martin Thorsteinsson eigur myndina

Úrslitini síggjast her, við leinki til eisini yvirlit yvir møguliga framgongd hjá hesum ymisku, umframt samandrátt yvir framgongdina hjá ymisku hópunum. Føroyar eru í løtuni ovast á listanum, kanska eitt sindur óreint í kapping við svimjifeløg.

Heiðursmerkini í dag, vóru:

  • Bárður Ólavsson (2008, FS) 2:21.84 í 200 firvald
  • Jonna Joensen (2005, Ægir) 1:08.58 í 100 firvald
  • Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS) 3:00.05 í 200 bringu

Startlistarnir til í morgin síggjast eisini har í yvirlitinum á SwimRankings, sambært íslendingum dagført í dag.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.