Frálíkt føroyskt avrik á Sumarmót Íslands 2023

Nú eru tey liðug við sjálvari svimjistevnuni Sumarmót SSÍ 2023, og gekk tað avbera væl hjá ungu føroysku svimjarunum. Øll 15 betraðu seg í minst einari grein í part, og vunnu vit hartil 2 silvur og 4 bronsur.

Føroyski hópurin til Sumarmót Íslands 2023. Johan Martin Thorsteinsson eigur myndina

Her er ein samandráttur yvir hvussu hesir ymisku hóparnir hava betrað seg á hesari stevnuni, har Føroyar eru ovast við betringum yvir 100%. Tilsamans betraðu okkara 15 seg 50 ferðir í 83 royndum, sum er sera gott avrik.

Yvirlit yvir hvussu hesi ymisku betraðu seg, sæst her. Mált í prosentum, var toppskorarin millum føroyingarnar Silas Dam Lindberg (2008) úr Havnar Svimjifelag, sum betraði seg 118% í 400 blandað, frá 5:33.41 til 5:06.79.

Vit hava verri enn so vunnið kappingina um heiðursmerki; men var tað heldur ikki væntandi, við tað at talan her er um eitt talentlið hjá okkum, umfatandi onnur enn tey sum í summar fara til NMU, Oyggjaleikir, HM og EM U23.

Nú í kvøld skulu tey til eina endaveitslu saman við íslendingunum, í Hafnarfirði. Hópurin kemur heim aftur í morgin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.