OK útlit til heiðursmerki á Oyggjaleikum 2023

Nú er tað longu í morgin, at Atlantic flýgur til Guernsey við føroyska oyggjaleikahópinum. Úrslitasíðan er klár á results.guernsey2023.gg, sum m.a. vísir hvørji ið luttaka í hesum ymiska á Oyggjaleikum 2023; og ein fyribils startlisti bendir á, at vit kanska vinna okkurt heiðursmerki eisini, hóast ættarliðsskifti.

Her er ein fyribils luttakaralisti, sum vit oyggjar hava fingið til rættlesingar, og sum tí møguliga broytist eitt sindur áðrenn sjálva svimjistevnuna:

Vit síggja, at føroysk svimjararnir meira enn so liggja ovast á listanum fyri hvørja einstøku grein, ið gevur góðar vónir til pláss í finalum, og kanska nøkur heiðursmerki eisini. Aðrar oyggjar eru tó eisini væl fyri, so vit fáa at síggja.

Fyri Føroyar eru tey sum kunnugt 10 sum fara at kappast, 5 av hvørjum kyni.

Featured image courtesy of Nicolas RaymondCC BY 2.0

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.