Nú tey hava avgreitt fyrsta stevnupart á MM Telekom Slovenije 2023, eru tríggir føroyskir svimjarar víðari til finalur í kvøld
- Oddvaldur Leivsson (2008, HS) hevur svomið seg víðari til C-finalu í 200 frí og B-finalu í 100 rygg
- Áki Eliassen (2006, HS) hevur svomið seg víðari til B-finalu í 100 firvald
- Villiam Marius Samuelsen (2005, HS) hevur svomið seg víðari til B-finalu í 100 rygg
Føroysku úrslitini síggjast øll her á Swimify. Gevið gætur at 400 blandað, 800 frí og 1500 frí ikki er liðugt avgreitt enn – har bíða 8 tey skjótastu til besta riðil í kvøld.
