So fór hesin fyrsti kappingardagurin afturum, á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, og gekk tað heilt væl hjá okkara svimjarum. Tilsamans 6 heiðursmerki varð tað til – 1 gull, 2 silvur og 3 bronsur – umframt at Isak Brisenfeldt setti stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/07/360036546_264536946193299_3390815908183858025_n_DxO.jpg?resize=450%2C600&ssl=1)
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/07/356334707_6028784177231101_3166692156830770596_n_DxO.jpg?resize=450%2C600&ssl=1)
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/07/356332317_1684017122060487_2703245135651008917_n_DxO.jpg?resize=450%2C600&ssl=1)
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/07/356391021_1690944917984496_7985439526340317946_n_DxO.jpg?resize=450%2C600&ssl=1)
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/07/356391025_953131652681582_6933610729890082114_n_DxO.jpg?resize=450%2C600&ssl=1)
Føroysk úrslit, fyrsta finalukvøld á Oyggjaleikum 2023
- Menn 1500 frí – Líggjas Joensen (2008, Ægir) 15:54.63 og gull, Heini M. Askham (2006, Ægir) 15:57.45 og silvur. Hetta var persónligt met hjá báðum – Líggjas átti 16:00.22 frá Atlantic Open 2023, og Heini 16:04.71 frá Ægir Open í februar 2023
- Kvinnur 400 blandað – Eyðrið Mortensen (2003, HS) 5:00.96 og bronsu, Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) 5:08.62 og fimtapláss. Besta tíð hjá Eyðrið er 4:59.02 frá FMS 2022, og besta hjá Jóhonnu 5:07.73 frá Atlantic Open 2023
- Menn 200 firvald – Isak Brisenfeldt (2006, HS) 2:03.70 og bronsu og nýtt føroyskt juniormet. Besta tíð hjá honum áðrenn hetta, var 2:06.94 frá Atlantic Open 2023
- Kvinnur 100 firvald – Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) 1:06.77 og fimtapláss. Hetta var persónligt met hjá henni, í mun til 1:06.91 frá Atlantic Open 2023
- Menn 100 bringu – Bartal Eidesgaard (2003, HS) 1:03.78 og bronsu, Róland Toftum (1998, SuSvim) 1:05.46 og fimtapláss. Besta tíð hjá Bartali er 1:03.60 frá Atlantic Open 2023, og hjá Rólandi 1:02.38 frá Oyggjaleikum 2019
- Kvinnur 50 bringu – Lea O. Højsted (2008, Ægir) 33.38 og fimtapláss. Besta tíð hjá henni er 33.18 frá FMS 2022
- Kvinnur 200 frí – Alisa Vestergård (2003, SuSvim) 2:04.29 og silvur. Hetta var persónligt met hjá henni, í mun til 2:06.88 frá Ægir Open í 2018
- Kvinnur 4×50 frí – Føroyar 1:52.28 og sættapláss
- Menn 4×50 blandað – Føroyar 1:46.02 og fjórðapláss