Tey hava nú avgreitt fyrsta stevnupart á Oyggjaleikum 2023, og gekk tað heilt væl hjá okkara svimjarum. Tilsamans eiga vit 12 pláss í finalunum í kvøld:
- í 1500 frí fyri menn eru Líggjas og Heini beinleiðis víðari, við bestu og næstbestu tíð av øllum
- í 400 blandað fyri kvinnur eru Eyðrið Mortensen og Jóhanna Ólavsdóttir víðari við næstbestu og fimtbestu tíð av øllum
- í 200 firvald fyri menn er Isak Brisenfeldt víðari við triðbestu tíð av øllum
- í 100 firvald fyri kvinnur er Jóhanna Ólavsdóttir víðari til fimtbestu tíð av øllum
- í 100 bringu fyri menn eru Róland Toftum og Bartal Eidesgaard víðari við triðbestu og fimtbestu tíð av øllum
- í 50 bringu fyri kvinnur er Lea O. Højsted víðari við fimtbestu tíð av øllum
- í 50 rygg fyri menn er eingin føroysk luttøka í finaluni í kvøld
- í 200 frí fyri kvinnur er Alisa Vestergård víðari við fjórbestu tíð av øllum
- í 200 blandað fyri menn er eingin føroysk luttøka í finaluni í kvøld
- í 4×50 frí fyri kvinnur eru okkara víðari við sættbestu tíð av øllum
- í 4×50 blandað fyri menn eru okkara víðari við sættbestu tíð av øllum
Finalurnar byrja kl 18:00 í kvøld, Guernsey og føroyska tíð, við fínari ókeypis stroyming her á boxcast.tv
