So er triði morgun avgreiddur á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, og gekk tað aftur rættiliga væl hjá føroysku svimjarunum. 8 finalupláss varð tað til, íroknað tey bæði hjá Líggjasi og Heina sum eru vegna góðar tilmeldingartíðir.
- í 400 frí fyri kvinnur er Eyðrið Mortensen víðari til finalu, við triðbestu tíð av øllum
- í 100 bringu fyri kvinnur er Lea O. Højsted akkurát ikki víðari til finalu, so har krevur tað avboð, um hon skal kunna koma í finaluna
- í 100 frí fyri menn er Bartal E. Eidesgaard víðari til finalu, við triðbestu tíð av øllum
- í 50 frí fyri kvinnur er Alisa Vestergård víðari til finalu, við triðbestu tíð av øllum
- í 50 firvald fyri menn vórðu Isak Brisenfeldt og Róland Toftum nr 8 og 9, og eru teir tí ikki víðari til finalu, uttan so at 2-3 melda avboð
- í 200 rygg fyri kvinnur er Elisabeth Erlendsdóttir víðari til finalu, við næstbestu tíð av øllum
- í 800 frí fyri menn eru Líggjas Joensen og Heini M. Askham beinleiðis víðari til skjótasta riðil, vegna sínar tilmeldingartíðir
- í 4×100 frí fyri kvinnur eru okkara víðari til finalu, við fjórbestu tíð av øllum
- í 4×100 blandað fyri menn eru okkara víðari til finalu, við triðbestu tíð av øllum