Ein super endi á Oyggjaleikum 2023

Okkara 10 svimjarar hava verið óførir, hesar fýra dagarnar á Oyggjaleikum 2023. Heili 26 heiðursmerki varð tað til, og eitt ótal av finaluplássum, har tey í heilum svumu niður ímóti og betri enn sínar bestu tíðir nakrantíð.

Svimjarar og venjarar á Oyggjaleikum 2023. Sabina Poulsen eigur myndina

Í kvøld var skurðurin 1 gullheiðursmerki, trý silvur og fýra bronsur:

  • í 400 frí fyri menn vann Líggjas Joensen (2008, Ægir) bronsu, við nýggjum persónligum meti 4:00.24, meðan Heini M. Askham (2006, Ægir) varð nr 6 við 4:10.41
  • í 200 firvald fyri kvinnur vann Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) silvur við 2:22.09, har persónliga metið hjá henni frá Atlantic Open í apríl er 2:21.45
  • í 100 frí fyri kvinnur vann Alisa Vestergård (2003, SuSvim) bronsu við 57.83, har persónliga metið hjá henni frá FMS 2022 er 57.27
  • í 50 frí fyri menn varð Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) nr 4 við 23.73, har persónliga metið hjá honum frá Swedish Swim Games 2021 var 23.78
  • í 50 rygg fyri kvinnur vann Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) gull við 28.49, sum er nýtt føroyskt met og juniormet, umframt oyggjaleikamet
  • í 200 bringu fyri menn vann Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) bronsu við 2:19.49, har persónliga metið hjá honum frá NM 2018 var 2:24.26
  • í 200 frí fyri kvinnur vann Eyðrið Mortensen (2003, HS) silvur við 9:00.04, har persónliga metið hjá henni frá Atlantic Open í 2019 var 9:03.27
  • í 4×100 frí fyri menn vunnu okkara bronsu við 3:27.28, har føroyska landsliðsmetið frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019 er 3:26.08
  • í 4×100 blandað fyri kvinnur vunnu okkara silvur við 4:18.71, har føroyska landsliðsmetið frá Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017 er 4:15.73
  • í 4×50 frí fyri mix-lið vórðu okkara nr 5 við 1:40.32, sum væl møguliga er nýtt føroyskt landsliðsmet

Yvirhøvur sera væl svomið, serliga tá ið hugsað verður um hvussu ofta tey vóru í gongd, og at har var okkurt her og har sum kundi verið meira optimalt. Øll svumu tey seg til heiðursmerki sum einstaklingar, sum var sera flott.

Til lukku tit á Oyggjaleikum !

PS. Eg havi nú talt finaluplássini – tey vóru 44, harav vit avmeldaðu eini 2

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.