So er tað longu í morgin, at kappsvimjingin á langgeil byrjar á HeimsMeistarastevnuni 2023, her í Fukuoka í Japan. Úr Føroyum eru luttakararnir Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, harav Líggjas nú í morgin skal royna seg í 400 metra frísvimjing.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2023/07/20230718R0002735_DxO.jpg?resize=600%2C400&ssl=1)
Liðleiðarafundurin var í gjár, har síðstu lógligu frámeldingar kundu gerast, og eru endaligu startlistarnir sum vant nú eftirfylgjandi sjónligir her á omegatiming.com
Føroysku tilmeldingarnar eru hesar:
- Sunnudag 23. juli – Líggjas 400 frí
- Týsdag 25. juli – Líggjas 800 frí
- Mikudag 26. juli – Elisabeth 50 rygg
- Fríggjadag 28. juli – Elisabeth 200 rygg
Altjóða svimjisambandið skrivar her um hvussu vit kunnu fylgja við úr Føroyum, ið stutt sagt er annaðhvørt umvegis danska TV2, ella á stroymingartænastuni All Aquatics. Hartil hevur altjóða svimjisambandið hesa rásina á YouTube, har tey leggja út samandráttir og annað í leypi av tiltakinum.