Luttakaralisti til EM U23 í Dublin

Her eru luttakaralistarnir til EM U23 sum verður í Dublin í Írlandi nú fríggjadagin hin 11. til sunnudagin hin 13. august 2023, við luttøku av eisini fýra føroyskum svimjarum. Sí eisini len.eu

Føroyska landsliðið til EM U23. Atli Vestergård eigur myndina

Talan er týðiligvís um sterka kapping, har okkara yvirhøvur liggja niðarlaga á luttakaralistunum, og uppgávan tí fyrst og fremst er at miðsavna seg um at fara eftir persónligum metum.

Føroyska luttøkan verður hendan:

  • Alisa Vestergård (2003) úr SuSvim í 50 og 100 frí
  • Bartal E. Eidesgaard (2003) úr HS í 50, 100 og 200 frí, 50 og 100 bringu
  • Líggjas Joensen (2008) úr Ægir í 50, 400 og 1500 frí, 100 rygg og 200 blandað
  • Heini M. Askham (2006) úr Ægir í 100, 200 og 800 frí, umframt 400 blandað

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.