Heiðursmerki til føroyingar á NOM 2023

Føroyskir svimjarar megnaðu í vikuskiftinum at vinna heiðursmerki á norðurlendsku meistarastevnuni fyri masters, Nordic Open Masters 2023. Sí úrslitalistarnar her

Andrass Thomsen umboðaði Havnar Svimjifelag, og og megnaði at vinna heiðursmerki í báðum greinum sum hann luttók í. Fyrst vann hann silvur í 400 frí fyri menn 40-44 ár við tíðini 4:37.18, og síðani bronsu í 100 frí við tíðini 59.04.

Aðrir føroyingar luttóku eisini á stevnuni, umboðandi donsk feløg. Emma Festirstein Nyström vann gull í 100 blandað, silvur í 100 firvald og bronsu í 100 bringu fyri kvinnur 25-29 ár, og Johan Hofgaard gull í 100 og 200 firvald fyri menn 25-29 ár.

Frans Johannessen gjørdi eitt ordans hál, sum hevur føroysk foreldur men danskan svimjitjóðskap. M.a. setti hann masters-heimsmet í 400 og 800 frí fyri menn 30-34 ár, sum í báðum førum hartil vóru bestu tíðir hjá dønum í ár, óansæð aldur.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.