Fýra føroyskir svimjarar til World Cup í Berlin 2023

Hetta vikuskiftið fara fýra svimjarar at luttaka á World Cup stevnuni í Berlin 2023, umboðandi Svimjisamband Føroya. Sí luttakaralistarnar her, sum ikki óvæntað benda á harða kapping.

Tey fýra sum fara at kappast fyri Føroyar, eru Bartal E. Erlingsgaard (2003) úr Havnar Svimjifelag, umframt Lea O. Højsted (2008), Róa Trygvadóttir (2008) og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir.

Føroyska luttøkan er hendan:

  • Fríggjadag 6. oktober: Róa 400 frí, Líggjas 400 frí, Lea 200 bringu, Bartal 50 frí
  • Leygardag 7. oktober: Róa 200 frí, Bartal 100 frí, Lea 100 bringu, Líggjas 1500 frí
  • Sunnudag 8. oktober: Lea 50 bringu, Róa 100 frí, Bartal og Líggjas 200 frí.

Allir stevnupartar verða stroymdir beinleiðis og ókeypis á YouTube:

Fríggjamorgun frá kl 08:00 Berlin tíð (07:00 í Føroyum)

Fríggjadag frá kl 17:00 Berlin tíð (16:00 í Føroyum)

https://www.youtube.com/live/GDJiNdSrj_M?si=9-aD_kjjrrzUqzKF

Leygarmorgun frá kl 08:00 Berlin tíð (07:00 í Føroyum)

Leygardag frá kl 08:00 Berlin tíð (07:00 í Føroyum)

Sunnumorgun frá kl 08:00 Berlin tíð (07:00 í Føroyum)

Sunnudag frá kl 08:00 Berlin tíð (07:00 í Føroyum)

Tað er landsliðsvenjarin sum hevur tikið út, við at hyggja at úrslitum svomin hesa farnu tíðina. Hugsanin er at geva okkara bestu her heima eitt uttanlandatilboð afturat, at kunna royna seg ímóti sterkari mótstøðu.

Við teimum fýra, fara Rúni Gaardbo og Rúna Jacobsen sum venjari og ferðaleiðari.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.