Úrslit frá HS Open 30. september og 1. oktober 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 30. september og sunnudagin hin 1. oktober 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify og her á SwimRankings

Hagtøl

Tilsamans vóru tey 81 íðkarar og 20 lið úr 5 føroyskum svimjifeløgum umframt Nuuk úr Grønlandi sum svumu seg til 529 úrslit í 42 kappingum, hesar báðar dagarnar í Gundadali.

Bestu avrik

Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir áttu bestu avrik á hesi stevnu, við hvør í sínum lagi at svimja seg til 645 FINA stig – Alisa við at svimja 58.15 í 100 frí, og Líggjas við at svimja 4:05.59 í 400 frí

Betringar

Feløgini tykjast at vera komin heilt væl frá start, nú svimjiárið 2023-2024 er byrjað. Tíverri eru fleiri at okkara frægastu svimjarum givnir aftur til hetta svimjiárið; men tey yngru styrkjast skjótt.

  • í FLOT betraði 1 av 1 svimjari seg í minst einari grein (100%)
  • í Ægir betraðu 7 av 8 svimjarar seg í minst einari grein (87.5%)
  • í FS betraðu 12 av 14 svimjarar seg í minst einari grein (85.7%)
  • í HS betraðu 27 av 32 svimjarar seg í minst einari grein (84.3%)
  • í SuSvim betraðu 8 av 11 svimjarar seg í minst einari grein (72.7%)

Heiðursmerkjabýti

Ægir vann kappingina um heiðursmerki á hesi stevnu, í kapping við SuSvim um silvurheiðursmerki. FS imponeraði við at vinna heili 28 heiðursmerki tilsamans, sum er næstflest aftaná Ægir ið vann 31 heiðursmerki tilsamans.

FelagGullSilvurBronsa
Ægir12118
SuSvim1263
HS957
FS51013
Nuuk046
FLOT012

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.