Kaylee McKeown 26.86 og nýtt heimsmet í 50 rygg

Avstralska Kaylee McKeown setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á World Cup stevnuni í Budapest svam seg til úrslitið 26.86 sekund.

McKeown eigur nú øll trý heimsmet í ryggsvimjing fyri kvinnur á langgeil, við 26.86 í 50 rygg, 57.47 í 100 rygg og 2:03.14 í 200 rygg. Hon er fyrsta kvinna og næsti svimari í heimssøguni at eiga øll hesi heimsmet, har hin var amerikanski Lenny Krayzelburg.

One thought on “Kaylee McKeown 26.86 og nýtt heimsmet í 50 rygg”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.